Í Fótbóltspanelinum, sum verður á Rás2 í dag frá klokkan 16 til 17, verður Magni Mohr gestur. Hann hevur í ár verið partur av venjaratoyminum hjá Clarence Seedorf og Deportivo La Coruna, sum spældi í bestu deildini í Spania.
Felagið hevur hevur spælarar sum Michael Krohn-Dehli (Danmark), Celso Borges (Kosta Rika) og Fabian Schär (Sveis) við til HM-endaspælið í Russlandi. Hartil hevur Magni Mohr verið partur av fyrireikingum til endaspøl fyrr.
Nú kemur hann at greiða frá hvørjar avbjóðingar eru í samband við eitt endaspæli. Hvat er broytt gjøgnum árini og hvar fokus er til hetta HM-endaspælið. Vit spyrja eisini um tíðina í Deportivo, har Magni Mohr hevur verið við til at spæla móti eitt nú Lionel Messi og FC Barcelona.
Tú kanst eisini luttaka í sendingini, sum verður klokkan 16, við at senda spurningar ella viðmerkingar til 559999.