Rás2: Málini hjá HB og samrøða við Teit Jacobsen

(Rás2) Hoyr hvussu tað ljóðaði tá HB vann 3-0 á Skála, og hoyr Teit Jacobsen seta orð á sigurin

HB vann í kvøld sannførandi 3-0 sigur á Skála á útivølli, og hevur eldra havnarliðið nú 10 stig aftaná fimm dystir, og hevur fingið eina rættiliga góða byrjan uppá landskappingina.

 

Leigusveinurin, Teit Jacobsen skoraði til 1-0, og Adrian Justinussen økti til 2-0 og 3-0. Tað fyrra var uppá brotsspark.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá frásøgumaðurin hjá Rás2, Tróndur Arge segði frá teimum trimum málunum hjá HB.


2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Teit Jacobsen hjá HB aftaná dystin.

 

Teit Jacobsen er glaður fyri at sleppa at spæla hvørja ferð, og hann er glaður fyri at skora fyri HB í dystinum á Skála. Hann sigur, at talan er um tiltrongda dystarvenjing aftaná nógv beinkjaslit í SønderjyskE í Danmark.

 

Teit Jacobsen slær tó fast, at aftaná summarsteðgin ætlar hann uttanlands aftur at mennast sum fótbóltsspælari.

 

Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við veteranin hjá Skála, Pætur Dam Jacobsen hoyrist HER