Rás2 er nú til reiðar at fara undir ein nýggjan vetur við nýggjum sendingum, kappingum og einum spildurnýggjum bingo-spæli. Men Rás2 heldur eisini fast um nógv av tí, sum hevur eyðkent rásina seinastu tvey árini.
- Vit skulu verða tann lívliga og festliga radiostøðin. Tað er ikki bara Co2-útlátið, sum ger heimin lýggjari. Rás2 skal eisini gera veturin eitt sindur heitari hjá okkum føroyingum, sigur Jonhard Hammer, stjóri á Rás2.
Rás2 heldur fast um morgunsendingarnar millum klokkan 9 og 12, og seinnapart verður Ynskiløtan framvegis á skránni.
- Morgunsendingarnar hava riggað sera væl, og vit hava havt sera nógvar lurtarar. Hvønn dag floyma heilansir og ynskir inn frá okkara lurtarum til Ynskiløtuna, so tað er eingin orsøk at broyta hetta, sigur Jonhard Hammer.
Nýtt á skránni
Tað verður eisini ymiskt nýtt á skránni hjá Rás2 í vetur. Millum annað verður eitt nýtt bingo-spæl á skránni sunnukvøld, og meira fæst at vita um tað í næstum.
Rás2 fer eisini at hava eina spennandi kapping fyri lurtarar hvønn mikudag seinnapart. Sendingin S&S
bjóðar lurtarunum at verða við í einari spurnarkapping, har stórir vinningar standa upp á spæl.
Onnur yvirraskilsi verða eisini til lurtararnar næstu mánaðirnar.
Firmakappingin, sum var sera væl umtókt farna vetur, verður aftur á skránni. Eini 60 fyritøkur og stovnar vóru við í fjør, og roknað verður við stórari undirtøku fyri Firmakappingini, sum verður send fríggjadag millum klokkan 11 og 12.
Hanky Panky, sum hevur verið at hoyrt í summar, heldur fram í vetur, og Rás2 fer eisini at spíla seg út við einari nýggjari røð av Hvonn Live sendingum.
Pláss at improvisera
Stjórin á Rás2 leggur dent á, at skráin hjá rásini verður ikki løgd so føst, at hon ikki kann broytast, tá okkurt serligt er á vási.
- Vit skulu eisini hava pláss fyri at improvisera. Vit skulu kunna leypa avstað, tá okkurt spennandi hendir, ella vit gera alt øðrvísi ein dag, tí vit hava hug til tað, sigur Jonhard Hammer.
- Nú hava vit rikið Rás2 í tvey ár, og tað hevur gingið framúr væl. Vit eru sera takksom fyri tað móttøku, sum vit hava fingið frá lurtarum og lýsarum, og vit vilja gera alt fyri eisini frameftir at verða ein alternativ útvarpsstøð, har alt er eitt sindur lættari og festligari, sigur hann.









