Rás2 kemur við nýggjari skrá

Mánadagin fer út­varps­støð­in Rás2 í luftina við nýggjari send­i­­flatu. Broytingar verða gjørd­ar í skránni, og rás­in fær nýtt ljóð.

Rás2 fer framhaldandi at spæla tónleik frá klokkan sjey á morgni. Klokkan 9 verð­­­ur mikrofonin í stu­d­io tendr­­­að, og tá fer vertur at byrja Rás2 dag­in. Ynsk­i­løtan, sum øll árini hevur ver­ið send seinnapartin, verð­ur nú flutt til fyrrapart, og mill­­um klokk­­an 10 og 12 kunnu lurt­ar­ar­nir senda heils­anir og ynski til Rás2. Eis­ini verð­ur gjør­ligt at ringja inn við ynskj­­um og heilsanum hvønn fríggj­a­dag.

Rás2 fer frameftir at leggja nógv fyri seinna­part­ar, og millum klokkan 13 og 17 fer Rás2 seinnapartur at bjóða aktuellar samrøður, við­­kom­a­ndi innsløg, gott kjak, stórar kapp­ingar, bland­að­an tónleik og mangt ann­að.

– Rás2 skal verða eitt al­t­e­r­n­­a­tiv til hinar út­varps­rás­i­rnar, og við okkara nýggja kon­­septi styrkja vit profilin sum tann livandi rásin, sum hev­ur tætt samband við lurt­ar­ar­nar, sigur Jonhard Ham­m­er, stjóri á Rás2.

Vertir í nýggju send­i­flatuni hjá Rás2 verða Rann­vá Gaard Fossaberg, Mirjam Pæt­­ur­s­­dóttir, Jens Tummas Næss, Heri Simonsen, Evi Tau­sen, Trónd­ur Arge, Ragn­hild Ellings­gaard og onn­ur.

Tíðindi verða fram­hald­andi send kl. 11, 12, 15, 16 og 17.
Rás2 hevur seinastu seks ár­ini verið partur av Miðl­a­hús­­­i­num og er ein av trim­um privat riknum út­varps­støð­um í landinum. Rás2 hoyr­­ist um tað mesta av land­i­­num og sendir hvønn dag millum klokkan sjey á morgni og midnátt.