TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr stóra partin av sendingini SportBoxin á Rás2, sum var fótbóltspanelið.
Fótbóltspanelið á Rás2 var í dag mannað við Jákupi Ósá, ítróttarredaktøri hjá Norðlýsinum og Leivi Frederiksen, ítróttarredaktøri hjá Kringvarpi Føroya.
Verturin, Tróndur Arge hevði sett teimum báðum stevnu í samband við, at ársins spælarar í føroyskum fótbólti verða heiðraðir í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn í kvøld millum klokkan 19 og 21. Rás2 sendir beinleiðis frá tiltakinum, og in.fo dekkar eisini tiltakið væl.
Jákup Ósá og Leivur Frederiksen vóru langt frá samdir hvørjir eru ársins spælarar í teimum ymisku katagoriunum.