Rás2: Hoyr málini hjá KÍ og Hjalgrím Elttør

(Rás2) Fyri Hjalgrím Elttør hevði eitt silvurheiðursmerki í ár smakkað munandi betur enn silvurheiðursmerkið í fjør

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge av teimum trimum málunum KÍ fekk ímóti B36 á ovara vølli í Gundadali, tá KÍ vann 3-1 á B36. Jóannes Bjartalíð, Albert Adu og Dion Splidt skutu málini hjá KÍ.

 

2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við KÍ-veteranin, Hjalgrím Elttør aftaná dystin.

 

Hjalgrím Elttør og liðfelagarnir kunnu við einum heimasigri ímóti NSÍ tryggja sær í minsta lagi eitt silvurheiðursmerki. Hjalgrím Elttør heldur fyri, at eitt slíkt silvurheiðursmerkið hevði smakkað munandi betur enn tað hann fekk um hálsin í fjør, tá KÌ leingi var á FM-kós.