Rás2: Hoyr málini hjá AB og Jónas Stenberg

(Rás2) AB ætlar sær stigamet í søgu felagsins, staðfestir AB-veteranurin, Jónas Stenberg. Hoyr eisini málini AB fekk ímóti B68

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2, tá Petur Asbjørn Lervig segði frá báðum málunum, sum komu í dystinum á Tórsvølli í 1. deild millum AB og B68, sum AB vann 2-0. Nógvi vindurin úti í Vika á Argjum gjørdi tað neyðugt at flyta dystin á Tórsvøll, sum av somu orsøk bleiv ein ein hálvan tíma seinkaður. André Olsen var viðmerkjari.


2) Hoyr samrøðuna, sum Rás2 gjørdi við AB-veteranin, Jónas Stenberg aftaná dystin. 

 

Jónas Stenberg greiðir frá, at tað var ikki við teirra besta vilja, at teir søgdu heimavøllin frá sær í dag, men hann staðfestir, at tað var ein røtt avgerð at fara á Tórsvøll og spæla dystin í dag.

 

Jónas Stenberg slær fast, at teir í AB ætla sær stigamet í søgu felagsins. Við at vinna á KÍ norðuri í Klaksvík komandi leygardag kemur AB upp á 67 stig, sum hevði verið stigamet í søgu felagsins. Gamla metið hjá AB er frá 2008, tá AB fekk 64 stig í 1. deild.