TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr flogbóltsupptaktina, sum var seinnapartin á Rás2.
Á ljóðfíluni hoyrist í hesari raðfylgjuni:
1) Óli G. Samuelsen metir um dystirnar, sum verða leiktir hetta vikuskiftið.
2) Samrøðan Óli G. Samuelsen gjørdi við Mariu Hammer Matras (KÍF)
3) Samrøðan Óli G. Samuelsen gjørdi við Sofíu Purkhús (Mjølnir)
4) Samrøðan Óli G. Samuelsen gjørdi við Hákun Weihe Heinason (Fleyr)
5) Samrøðan Óli G. Samuelsen gjørdi við Steffan R. Olsen (Mjølnir)
Leygardagin klokkan 13 sigur Óli G. Samuelsen frá dystinum í steypakappingini hjá kvinnum millum Fleyr og Mjølnir í bólki 2 á Rás2.
Í bólki 1 verða tveir dystir. Leygardagin klokkan 13.15 spæla Ternan og TB á Toftum. Klokkan 13 sunnudagin spæla Dráttur og SÍ á Giljanesi.
Hjá monnunum spæla TB og Fleyr A í bólki 1 hjá monnum. Tann dysturin verður í Trongisvági, sunnudagin klokkan 14.30. Í bólki 2 spæla SÍa og Fleyr B vesturi í Sørvági. Tann dysturin verður sunnudagin klokkan 15.