Rás2 fær egna Summartíð

Næstu vikurnar verður Summartíð á Rás2 mikumorgnar millum klokkan 9 og 12. Í morgun spælir Jens Marni Hansen live í sendingini, og kapping verður um eina ferð til Íslands Í summar verður Summartíð á Rás2 mikumorgun millum klokkan 9 og 12. Á skránni verður lætt summartilfar, fólk vitja í studio, og vit fara á vitjan hjá fólki, góður tónleikur verður spældur ? eisini live-tónleikur viðhvørt ? og lurtararnir kunnu vinna spennandi vinningar.

Jens Marni Hansen vitjar í sendingini í morgun, og við sær hevur hann sín kassagittar. Hann fer at syngja nýggja hittið hjá sær, I Don?t Wanna Wait Nomore, live í sendingini. Vit geva eisini Jens Marna eina avbjóðing, og spurningurin er so, um hann vil taka við henni.

Í Summartíð ber eisini til at frætta um, at Læraraskúlin av álvara spennir seg út, Súni Olsen leitar eftir nýggjum felag, og ítróttarskrivari sigur sína hugsan um EM-endaspælið higartil.

Vertir í Summartíð verður Eydna Skaale og Eyðun Klakstein.