Hesa vikuna verður hitað upp til festivalin í morgunsendingum, og frá hóskvøldinum verður sent úr studio, sum Rás2 fer at hava í Syðrugøtu.
Sent verður hóskvøldið millum klokkan 18.00 og 22.00. Fríggjadagin verður sent frá kl. 15.00 til 22.00, og leygardagin er festivalradio frá kl. 14.00 til 17.00.
Í sendingunum á G! Festivalinum verður tosað við tónleikarar, fyriskiparar, festivalgestir og onnur. Gestir koma í studio á G! Festivalinum, og reportarar fara út við mikrofonini at máta hitan á festivaløkinum
Vertir í sendingunum verða Barbara Holm, Mirjam Pætursdóttir, Eyðfinn Drewsen, Tróndur Arge og Ragnhild Ellingsgaard.