TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frásøgnina hjá Tróndi Arge av søguliga málinum hjá Gilla Rólantssyni Sørensen, sum var skotið í 31. minutti ímóti Andorra.
Jens Martin Knudsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina á Rás2.
Hoyr eisini dystarendan, og tað sum Jens Martin Knudsen hevði at siga tá dysturin var liðugur.
Føroyar hava nú átta stig, og heimadyst ímóti Lettlandi og útidyst ímóti Ungarn eftir í hesari undankappingini.
Talan er um fyrsta føroyska A-landsliðsmálið ímóti Andorra. Hinir báðir dystirnir eru endaðir 0-0.










