TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á Rás2 tá frásøgumaðurin, Hilmar Jan Hansen segði frá støðuni tá Skála fekk brotsspark ímóti Víkingi, og Elias Rasmussen, málverji hjá Víkingi bjargaði brotssparkinum hjá Pæturi Dam Jacobsen.
2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Pætur Dam Jacobsen aftaná dystin.
Pætur Dam Jacobsen heldur, at tað var eitt sera vánaligt brotsspark sum hann sendi ímóti Víkinga-málinum, og tað iðrar hann seg um.
Pætur Dam Jacobsen heldur, at hevði Skála komið á odda 1-0 við brotssparkinum, so høvdu teir vunnið dystin.
Frásøgnin hjá Hilmari Jan Hansen av sigursmálinum hjá Adeshina Lawal, og samrøðan Hilmar Jan Hansen gjørdi við landsliðsmiðvallaran hjá Víkingi, Sølva Vatnhamar kunnu hoyrast HER