Rás2: Borgarstjórin fletti 19 seyðir í dag

(Eplafestivalurin) Seinasta Eplafestivals-samrøðan á Rás2 var við Brand Sandoy, borgarstjóra í Sands kommunu

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr ta seinastu samrøðuna Vilmund Jacobsen gjørdi beinleiðis í Eplafestivals-sendingini á Rás2 seinnapartin í dag.

 

Samrøðan var við Brand Sandoy, borgarstjóra í Sands kommunu. Borgarstjórin hevur flett ikki færri enn 19 seyðir í dag, og Vilmund D. Jacobsen órógvaði hann til eina samrøðu meðan Brandur fekst við at fletta ein veðr.

 

Borgarstjórin stórfegnast um Eplafestivalin, og alt tað góða hann ber við sær, og staðfestir, at tiltakið er eitt stórt aktiv fyri Sands kommunu.

 

Borgarstjórin ætlar sær at njóta Eplafestivalin, og tann góða matin í kvøld.