Í kvøld klokkan 18 verður grannauppgerð í Betrideildini hjá monnum við Løkin í Runavík.
NSÍ tekur ímóti Víkingi í einum dysti sum hvørki liðið hevur ráð til at tapa í stríðnum tey hava fyri at halda seg í oddinum og sleppa út í Evropa.
Hilmar Jan Hansen sigur beinleiðis frá dystinum á Rás2.
Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9 (Skálafjørðurin), FM 95,5 og FM 98,7.
In.fo hevur eisini beinleiðis frásøgn frá dystinum. Samanumtøka og ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.








