Úr søguni hjá Gamla Hospitali

Tíðindaskriv

 

Færø Amts Hospital varð bygt í 1829 og var í nógv ár einasta sjúkrahús í Føroyum. Bygningurin er varðveittur, og farið verður nú undir at umvæla hann og seta hann í stand.

Í hesum sambandi heldur søgufrøðingurin Elin Súsanna Jacobsen fyrilestur um hospitalið og sjúkrahússøguni tey hundrað árini fram til 1924, tá ið Dronning Alexandrines Hospital varð bygt og gamla hospitalið selt.

Fyrilesturin verður týskvøldið tann 6. november kl. 19.30 á Landsbókasavninum.