Rás 2 nærkast Suðuroynni

Um nakrar vikur fer Rás 2 at røkka eini 90% av føroysku útvarpslurtarunum

 

Rás 2 er um at verða klárt at seta nýggjan sendara upp, sum skal gera, at rásin fer at hoyrast av eini 90% av fólkinum.

Nýggi sendarin skal standa í Hesti, og hann fer at gera, at suðuroyingar fara rættiliga at hoyra rásina.

Sum nú er hoyra summir suðuroyingar Rás 2 umvegis sendaran á Sornfelli, men tá nýggi sendarin verður settur upp, er ætlanin, at so at siga allir suðuroyingar skulu hoyra Rás 2.

Onkur smærri støð í Suðuroynni eru trupul at røkka, men meginparturin av oynni fer at hoyra Rás 2.


Alt um at verða klárt

Sendarin, sum Rás 2 fer at seta í Hesti, er klárur. Suðuroyar Sparikassi hevur goldið fyri hendan sendaran.

Tað einasta sum nú manglar, er eitt av teimum mongu loyvunum, sum skulu til, áðrenn ein rás kann senda. Men hetta loyvi er av formligum slag og verður klárt fyrsta dagin.

Tá ætlar Rás 2 sær undir at seta sendaran upp, og tað tekur nakrar vikur, áðrenn sendarin kann senda.

Fyrsta stigið í ætlanini hjá Rás 2 er at røkka Suðuroynni, men seinni verða helst onkrar sendingar eisini gjørdar úr Suðuroynni.