Rás 2 fundast í Klaksvík

Í gjár fundaðist Rás 2 við verandi og møguligar nýggjar samstarvsfelagar í Klaksvík. Ætlanin er at gera sendingar úr Klaksvík, tá sendarin á Brúnaskarði fer at senda

Í gjár fór ein sendinevnd hjá Rás 2 til Klaksvíkar at kunna seg um ymisk viðurskifti.

Rás 2 skuldi á fund við Norðoya Sparikassa, har teir skuldu tosa um sendaran, sum sparikassin í norðoyggjum hevur keypt til rásina. Hendan útgerð er bígløgd, og nú er talan um dagar, áðrenn Rás 2 kann hoyrast í Klaksvík og størri parti av Eysturoynni.

? Vit fara eisini at tosa við Norðlýsið og Studio Pegasus um møguligt samstarv, segði Petur Jacobsen, tá hann var á veg norður til Klaksvíkar fyrrapartin í gjár.


Senda lokalt tilfar

Rás hevur ætlanir um at gera tilfar úr Klaksvík, og millum møguligar samstarvsfelagar eru lokalblaðið Norðlýsið og Studio Pegasus. Sosialurin hevur skilt, at talan eisini kann verða um at senda lokalt tilfar úr Klaksvík til klaksvíkingar, men enn er einki ítøkiligt í hesum.

Rás 2 hevur fingið øll neyðugu loyvi, men teir mangla seinasta pappírið frá Føroya Tele, áðrenn teir kunnu seta nýggja sendaran upp á Brúnaskarði. Hesi viðurskifti koma í rættlag innan fáar dagar.

Klaksvíkingar, sum framyvir ætla sær at flyta útvarpslurtið av tí almenna útvarpinum og yvir á Rás 2, skulu sikta eftir 107,0 MHz, sum verður frekvensurin, sum sendarin á Brúnaskarði fer at senda á.