Rás 2 fer at flyta úr høvuðsstaðnum.
Hetta er greitt, eftir at Rás 2 hevur keypt bygning í Søldarfirði, har høvuðssætið hjá útvarpsrásini skal vera framyvir.
Higartil hevur Rás 2 hildið til í Havnini, men seinni í ár verður nýggi bygningurin í Søldarfirði tikin í nýtslu.
? Vit skulu fyrst gera bygningin kláran at hýsa eini útvarpsstøð, men tað arbeiðið er byrjað, og vit vóna, at alt verður klárt fyri jól, sigur Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2.
Tøkniliga útgerðin verður flutt í einum á náttartíð, og tí verður einki órógv á sendingunum hjá Rás 2.
Eisini studio í Havn
Rás 2 er eina av trimum útvarpsrásum, men hon verður tann fyrsta, sum fer út um Havnina við síni høvuðsskrivstovu.
? Vit hava nógv samband við fólk og virki uttanfyri Havnina, og tí fer tað neyvan at órógva tað stóra, at vit vera í Søldarfirði. Vit liggja rímiliga sentralt hóast alt, sigur Petur Jacobsen.
Leigusáttmálin í verandi bygningi í Havn gongur út 1. januar næsta ár.
Rás 2 fer tó ikki at sleppa høvuðsstaðnum upp á fjall, tí útvarpsstøðin ætlar sær framhaldandi at hava studio í Havn, og harafturat hava teir eisini studio í Klaksvík.