Rás 2 bjóðar nú politisku flokkunum samstarv undan kommunuvalinum, sum verður í november mánaði.
Í einum skrivi til flokkarnar, sum Sosialurin hevur fingið hendur á, skjýtur Rás 2 upp, at rásin og politisku flokkarnir fara at samstarva upp undir kommunuvalið.
Rás 2 bjóðar flokkunum tvær sendingar saman við verti og tríggjar kjakfundir stutt undan valinum, og fyri luttøkuna í hesum skulu flokkarnir gjalda stívliga 17.000 krónur.
Enn hava allir flokkarnir ikki svarað Rás 2, men Sosialurin hevur skilt, at fleiri flokkar viðgera uppskoti í løtuni, og at í hvussu so er Sambandsflokkurin er sinnaður at verða við.
Tríggir kjakfundir
Rás 2 ætlar, at hol skal setast á politisku sendingarnar í hesum mánaðinum.
Flokkarnir fáa eina tíma saman við einum verti sum innleiðandi atgerðina undan valinum. Í oktober verður aftur ein tími í part saman við einum verti, og seinastu tvær vikurnar undan kommunuvalinum verða tríggir kjakfundir millum flokkarnar.
Uppskotið hjá Rás 2 umfatar politisku flokkarnar og ikki øki, men sendingarnar verða helst skipaðar soleiðis, at tey snúgva seg um eitt øki í senn. Tað ber illa til hjá kommunalpolitikarum í Havn og Klaksvík at kjakast við hvønn annan, tí annar tosar um vegir í Klaksvík og hin í Havn.
Ætlanin er, at sendingarnar í september og oktober millum annað skulu snúgva seg um flokkarnar sum heild og politisku hugsjónina aftanfyri. Kjakfundirnir fara sum vanligt at snúgva seg um meira ítøkilig mál.
Umhugsa uppskotið
Sambært uppskotinum hjá Rás 2 skulu flokkarnir gjalda 5000 krónur fyri hvørja av teimum báðum sendingunum í september og oktober mánaði. Og startgjaldið fyri hvønn av kjakfundunum er 2500 krónur. Samanlagt 17.500 krónur fyri hesa senditíð.
Sosialurin hevur tosað við umboð fyri fleiri flokkar, og onkur av hesum umboðunum ivast eitt sindur í tilboðnum frá Rás 2. Fleiri flokkar viðgera í løtuni uppskotið, og skulu síðani boða Rás 2 frá teirra støðu.
Starvsnevndin hjá Sambandsflokkinum hevur longu viðgjørt málið og er sinnað at luttaka.









