Rás 2 bjóðar kommunum umrøðu afturfyri pengar

Rás 2 hevur biðið Havnar, Klaksvíkar og Runavíkar kommunur um fíggjarligan stuðul. Afturfyri bjóðar Rás 2 kommununum ókeypis lýsingar, umrøðu og beinleiðis sendingar frá býráðsfundum

Eyðun Klakstein


Kappingarneytin hjá almenna Útvarpinum roynir nú at fáa stuðul frá nøkrum av stóru kommunum í landinum.

Í eini óvanligari umsókn til Havnar, Klaksvíkar og Runavíkar kommunu biður Rás 2 um fíggjarligan stuðul, og aftur fyri vil rásin lata kommunum ókeypis lýsingar, umrøðu og beinleiðis sendingar frá eitt nú býráðsfundum.

? Vit halda tað vera eitt gott hugskot, at kommunurnar lata okkum fíggjarligan stuðul, og afturfyri kunnu vit geva borgarunum í hesum kommunum eina betri kunning um kommunal viðurskifti, sigur Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2.

Tórshavnar kommuna hevur tikið best ímóti umsóknini frá Rás 2, og mánadagin verður felags fundur millum Rás 2 og fíggjarnevndina og mentanarnevndina hjá Tórshavnar býráð. Á hesum fundi skal umsóknin og eitt møguligt samstarv viðgerast.

Fleiri býráðslimir í Havn eru sinnaðir at royna samstarvið, men formaðurin í mentanevndini hjá Tórshavnar býráð er hart ímóti hugskotinum.

? Eg haldi, at tað er prinsipielt skeivt at lata einari privatari fyritøku stuðul, sigur Kaj Leo Johannesen.


Eina krónur fyri

hvønn borgara

Rás 2 sendi umsóknina til Tórshavnar býráð 14. mars í ár, og síðani hava hinar báðar stóru kommunurnar eisini fingið eina umsókn.

Í umsóknini til Tórshavnar býráð skjýtur Rás 2 upp, at býráðið letur útvarpsrásini eina krónu í stuðli fyri hvønn borgara í kommununi ? um mánaðin. Hetta svarar til góðar 16.000 krónur um mánaðin ? ella næstan 200.000 krónur um árið.

Afturfyri skal Tórshavnar býráð fáa ókeypis lýsingar á Rás 2, og Rás 2 skal eisini binda seg til at umrøða tiltøk hjá kommununi umframt at senda beinleiðis frá býráðsfundum, tá onkur týðandi mál eru á skránni.

Bæði mentanarnevndin og fíggjarnevndin hjá Tórshavnar býráð hava síðani viðgjørt umsóknina. mentanarnevndin mælti 17. mai til, at umsitingin hjá Tórshavnar kommunu brúkar Rás 2 sum lýsingarmiðil á jøvnum føti við hinar miðlarnar.

22. juni var samband millum Rás 2 og formannin í fíggjarnevndini hjá Tórshavnar býráð, sum er Leivur Hansen, býráðsformaður, og mánadagin verður nýggjur fundur við Rás 2, har bæði fíggjarnevndin og mentanarnevndin vera til staðar.

? Tá fara vit at greiða býráðslimunum frá, hví vit halda at hetta samstarvið er eitt gott hugskot, sigur Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2.


Ætla at brúka

Rás 2 í valárinum

Tað hevur ikki eydnast okkum at fingið fatur á Leivi Hansen, býráðsformanni í Havn, fyri at fáa eina viðmerking frá honum til umsóknina frá Rás 2.

Men vit hava tó skilt, at býráðsformaðurin ? saman við øðrum býráðslimum ? er sinnaður at umhugsa samstarvið við Rás 2.

Formaðurin í mentanarnevndini er tó ímóti hugskotinum.

? Hetta er eitt rættiliga prinsipielt mál, tí hvør verður næstur, tá vit hava játtað ein árligan stuðul til eina privata fyritøku í kommununi. Hinvegin haldi eg, at vit saktans kunnu brúka Rás 2 til ávísar uppgávur, men tá skulu vit venda okkum til teirra, og so skulu vit gjalda fyri tað ávísa arbeiðið, sigur Kaj Leo Johannesen.

? Tað tykist, sum onkrir av býráðslimunum síggja ein møguleika í at sleppa fram at á Rás 2, um býráðið játtar stuðul. Og hetta botnar helst í, at í ár er valár.

Kaj Leo Johannesen sigur, at hann sær ein stóran vanda fyri framman, um býráðið letur Rás 2 stuðul eftir tí umsókn, sum rásin er komin við.

? Tað kann ikki vera rætt, at vit skulu gjalda einum fjølmiðli fyri at koma á býráðsfund. Um vit ikki klára at lokka fjølmiðlarnar á býráðsfund, uttan at gjalda fyri tað, so eru vit litleysur sum politikarar, sigur formaðurin í mentanarnevndini hjá Tórshavnar býrað, sum ikki stillar uppaftur til valið í heyst.


Sær ongan vanda

Stjórin á Rás 2 sær stórar møguleikar í samstarvinum við kommunurnar.

? Vit fáa ongan almennan stuðul sum er, men tað hevði komið væl við hjá okkum, um onkrar av kommunum vildu stuðla okkum, samstundis sum vit syrgdu fyri, at borgararnir í kommununi vórðu betri kunnaðir um ymisk viðurskifti í kommununi, sigur Petur Jacobsen

? Eg stúri als ikki fyri, at vit skulu blíva misnýttir í politiskum samanhangi, sigur hann.

Rás 2, sum í løtuni hoyrist av nærum tveimum triðingum av fólkunum í Føroyum, livir útilokandi av inntøkum frá lýsingum og sponsorum.

Men mánadagin ætlar rásin at royna at sannføra býráðslimirnar í Havn um, at tað er eitt gott hugskot at stuðla rásini fíggjarliga.e;i gjørdist meira frígjørdir í framrættaða spælinum. Annar møguleiki hevði verið, at sett Jón Róa inn fyri ein miðvallara, so HB seinastu løtuna leikti við trimum áleyparum.

Nú er altíð lætt at vera eftirklókur, men tað er nú einaferð soleiðis, at tá spælt verður í eini steypafinalu, so mást tú satsa, um tú ert aftan fyri. At tapa við einum ella tveimum málum er so fullkomulia líkamikið.


GÍ var betri

Øll henda skrivingin um, hvat HB gjørdi rætt ella skeivt, skal tó á ongan hátt skiljast sum ein niðurgering av avrikinum hjá GÍ.

Leikararnir sýndui, at hóast teir ikki spæla sama ágangandi fótbólt, sum teir fyrr hava gjørt, so vita teir framvegis hvat skal til.

Í flestum lutum vóru teir tað lítla pettið hvassari enn mótstøðumenninir, og yvirhøvur spældur teir skilabetri. Vóru umstøður til at spæla róliga niðaneftir, so varð hetta gjørt. Skuldi bólturin bara vekk, so varð hetta gjørt. Ja, yvirhøvur høvdu teir tamarhald á dystinum teir allarflestu av teimum 90 minuttunum, sum vórðu leiktir.

»GÍ er nakað heilt fyri seg« varð sungið eftir dystin, og hesum kunnu vit bara geva fegnu viðhaldsfólkunum rætt í. Liðið, sum hevur myndað toppin av føroyskum fótbólti var av mongum avskrivað, tá vit komu út í juni mánað, og hóast teir neyvan verða føroyameistarar, so hava teir enn einaferð víst, at undrið í Gøtu langt ífrá er liðugt.


Finala um løgmanssteypið

HB-GÍ 0-1 (0-1)

0-1: Óli Hansen


Reytt kort: Helgi L. Petersen, GÍ


Dómari: Suni Johansen


HB:

Báråur Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtum


GÍ:

Sunnvard Joensen ? Pól Ennigarð, Bartal Eliasen, Martin Thomsen ? Leivur Hansen, Magni Jarnskor, Pauli Jarnskor, Helgi L. Petersen, Henning Jarnskor ? Óli Hansen, Súni Olsenm