Rás 2 betrar sendinetið

Nýggir sendarar og størri sendistyrki skulu tryggja betri góðsku og meiri umfatandi sendinet hjá Rás 2

 

Rás 2 fer komandi tíðina at betra um sendinetið hjá sær. Útvarpsrásin hevur søkt um loyvi at senda við størri styrki, og eisini skulu nýggir sendarar setast upp.

Antennan í Havn skal flytast á Húsareyn, so høvuðsstaðarøkið fær betri signal. Harvið verður signalið til restina av Føroyum eisini betri.

Nýggjur sendari skal setast upp á Hestinum, so Suðuroyggin fer at hoyra Rás 2 betri. Í løtuni hoyrir partur av Suðuroy rásina.


Vestmenningar keypt repeatara

Í Vestmanna hava nøkur virki tikið seg saman um at keypa ein repeatara, so allur býurin fer at hoyra Rás 2 betri.

? Tað er ikki trupult at syrgja fyri sendineti til 80% av fólkinum, men tað er sera kostnaðarmikið at fáa sendingarnar út til seinastu 20 prosentini, sigur Petur Jacobsen, stjóri á Rás 2.

Tí kemur tað væl við hjá rásini, at fólk og virki eru við til at útbyggja netið, soleiðis sum vestmenningar hava gjørt. Rás 2 sigur seg verða sinnað at hjálpa øðrum, um tey hava líknandi ætlanir.

Rás 2 hevur søkt um loyvi at sleppa at senda við 1 kilowatti, og um hetta loyvi fæst til vega, fer tað at bøta munandi um góðskuna á sendingunum hjá rásini.