Rørsmiðir staðið sveinaroynd

Seinasta fríggjadag fingu tríggir rørsmiðir prógv á Tekniska Skúla í Havn.

Teri vóru Meinhard H. Joensen úr Norðragøtu, ið hevur lært hjá P/f Zacharias Leitisstein í Runavík, Rólant Michelsen úr Havn, ið hevur lært hjá P/f Mariu Poulsen & Co. í Havn og Thorleif Eyðun Petersen úr Klaksvík, ið hevur lært hjá Sp/f Victor á Lakjuni í Klaksvík.

Myndatekstur:

Hesir hava staðið sveinaroynd sum rørsmiðir: f.v. Meinhard H. Joensen úr Norðragøtu, Rólant Michelsen úr Havn og Thorleif Eyðun Petersen úr Klaksvík