Hjálpartólamiðstøðin í Havn megnar ikki at røkja sína uppgávu til fulnar. Avleiðingin av hesum er, at fleiri rørslutarnað á t.d. Eirargarði ikki fáa teirra koyristólar stillaðar og umvældar, sum teir skulu. Rørslutarnað mugu tískil nýta koyristólar, ið ikki nøkta teirra tørv til fulnar, og tey gerast enn meira innibundin enn frammanundan.
? Justeringar og umvælingar av hjálpartólum, vit hava fingið frá teimum, vera ikki gjørdar á nøktandi hátt av Hjálptartólamiðstøðini, sigur Bjarni Clementsen.
Talan er serliga um el-drivnar og framkomnar koyristólar, sum ikki eru gjørdir. Hetta hevur við sær, at tey brekaðu sita illa í stólunum, ella tey kunnu ikki nýta teir yvirhøvur.
? Vit hava vent okkum til Hjálpartólamiðstøðina óteljandi ferðir, og vit hava eisini kært okkara neyð til leiðsluna á Almannastovuni, sigur leiðarin av Serstovnadeildini.
? Uppgávurnar verða ikki gjørdar, so tað gongur út yvir okkara klientar, og tað kunnu vit ikki liva við.
Trupulleiki
At hetta er ein trupulleiki, hava vit fingið váttað á Eirargarði. Har hava nøkur rørslutarnað sitið í koyristólum, sum ikki hóska til tann einstaka brúkaran.
Á Eirargarði búgva fleiri rørslutarnað menniskju, ið hava ein serligan tørv. Tey eru tengd at einum koyristóli ella øðrum hjálpartóli allan dagin, um tey skulu flyta seg. Koyristólarnir mugu tí passa til tann einstaka, ið skal brúka hann. Um koyristólurin ikki verður umvældur ella innstillaður á rættan hátt, kann tann rørslutarnaði ikki nýta hann til fulnar.
Hetta er uppgávan hjá Hjálpartólamiðstøðini at syrgja fyri, at koyristólar og onnur hjálpartól altíð passa til tann tørv, ið brúkarin hevur. Til hetta arbeiði eru teknikarar og fysioterapeutar.
Eftir at Sosialurin fór at fregnast í hesum málinum, eru fólk av Hjálpartólamiðstøðini send út á Eirargarð at umvæla og stilla koyristólar. Tó er trupulleikin ikki loystur til fulnar enn. Onkur situr eftir uttan at hava fingið sín koyristól umvældan, tí viðkomandi persónur, ið skal taka sær av hesum málinum, er í summarfrí.
Talan er um nøkur ávís rørslutarnað á Eirargarði, sum líða undir hesum. Onkur hevur nú fingið sín koyristól gjørdan, men onkur má bíða í longri tíð enn.
Á Eirargarði verður sagt, at onkur av teimum multirørslutarnaðu ikki fær sín koyristól gjørdan fyrr enn starvsfólk á Hjálpartólamiðstøðini eru komin aftur úr summarfrí. Inntil tá eru tey seingjarliggjandi, og kunnu tey ikki njóta tað frælsið, sum koyristólurin annars eigur at geva teimum.
Serkøn fólk vilja vera við, at um tørvurin skal nøktast til fulnar, so skulu tveir teknikarar setast bara til serstovnaøkið.