Rørslufundur í Sandoy

Almenna fundarrøðin kring landið um rørslu heldur fram. Hóskvøldið klokkan 19.30 vitjar rundferðin í Sandoy.

Rørsluárið er fyri øll, ung sum gomul, kvinnur og menn, norðanfjørðs, sunnanfjørðs, ja øll. Tí verður nú skipað fyri almennum fundum um rørslu kring landið. Á fundunum fáa áhugað høvið at hoyra, hvussu vit kunnu fáa fólk at røra seg meira á arbeiðsplássum, barnagørðum, skúlum, ellisheimum og í frítíðini annars.

Rørslufundur verður í Nýggja skúla á Sandi hósdagin 30. apríl við hesari skrá:

Hvussu nógv røra vit okkum í Føroyum? ? Pál Weihe, formaður, Fólkaheilsuráðið

Kropslig venjing og heilsa ? Magni Mohr, Phd í humanfysiologi

Hvat kann Mentamálaráðið gera fyri at stimbra rørslu millum børn og ung ? Helena Dam á Neystabø, landssýriskvinna í mentamálum

Hvat ítróttafeløgini kunnu gera? ? Virgar Hvidbro, FSF

Føroyar í rørslu: Nøkur dømi um ítøkilig átøk fyri at fremja rørslu í 2009

Býarskipan og rørsla ? Dávur Winther, Klaksvíkar Kommuna

Eldri og rørsla ? Benadicta Ellingsgaard og Martha Reyðberg, Nærverkið

Rørsla á arbeiðsplássinum ? Hákun Djurhuus, stjóri í SEV

Rørsla hjá børnum og ungum í skúlum ? Eli Hentze, skúlalærari

Rørsla hjá børnum á dagstovnum ? Fríða Eystberg, dagstovnaleiðari

Kjak um, hvat kann gerast á staðnum

Tað eru Fólkaheilsuráðið og ÍSF, sum saman við landsstýrismanninum í heilsumálum, ið eru stigtakarar til rundferðina. Almennu fundirnir eru ókeypis.

Fakta: Rundferðin ?Føroyar í Rørslu?

30. apríl: Sandoy

4. mai: Suðuroy

5. mai: Eysturoy

6. mai: Vágar

Tórshavn, 29. apríl 2009

Fólkaheilsuráðið, ÍSF og landsstýrismaðurin í heilsumálum