Í hesari vikuni verður farið undir eina almenna fundarrøð kring landið um rørslu. Í kvøld klokkan 19.30 vitjar rundferðin í Klaksvík
Rørsluárið er fyri øll, ung sum gomul, kvinnur og menn, norðanfjørðs, sunnanfjørðs, ja øll. Tí verður nú skipað fyri almennum fundum um rørslu kring landið. Á fundunum fáa áhugað høvið at hoyra, hvussu vit kunnu fáa fólk at røra seg meira á arbeiðsplássum, barnagørðum, skúlum, ellisheimum og í frítíðin annars.
Lagt verður til brots í Tekniska skúla í Klaksvík týsdagin 28. apríl klokkan 19.30. Skráin er hendan:
? Hví Rørsluárið 2009? ? Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum
? Kropslig venjing og heilsa ? Magni Mohr, Phd í humanfysiologi
? Hvat ítróttafeløgini kunnu gera? ? Sølvi Reinert Hansen, forseti í ÍSF
? Føroyar í rørslu: Nøkur dømi um ítøkilig átøk fyri at fremja rørslu í 2009
? Býarskipan og rørsla ? Dávur Winther, Klaksvíkar Kommuna
? Eldri og rørsla ? Benadicta Ellingsgaard og Martha Reyðberg, Nærverkið
? Rørsla á arbeiðsplássinum ? Hákun Djurhuus, stjóri í SEV
? Rørsla hjá børnum og ungum í skúlum ? Óli Jákup Joensen, skúlaleiðari
? Rørsla hjá børnum á dagstovnum ? Tóra Johannessen, dagstovnaleiðari
? Kjak um, hvat kann gerast á staðnum
Haraftrat kemur landsstýriskvinnan í almannamálum, Rósa Samuelsen, at siga nøkur orð.
Tað eru Fólkaheilsuráðið og ÍSF, sum saman við landsstýrismanninum í heilsumálum, ið eru stigtakarar til rundferðina. Almennu fundirnir eru ókeypis, siga Fólkaheilsuráðið, ÍSF og landsstýrismaðurin í heilsumálum , Hans Pauli Strøm.
Fakta: Rundferðin ?Føroyar í Rørslu?
28. apríl: Klaksvík
30. apríl: Sandoy
4. mai: Suðuroy
5. mai: Eysturoy
6. mai: Vágar