Eg havi áður nevnt, at “eitt samfelag er ikki betri enn, hvussu tann veikasti hevur tað”. Tað, sum hugsjónarliga liggur aftan fyri hesa útsøgn er, at øll fólk eru virðismikil – óansæð førleikar teirra.
Við at verða føddur í henda heim fylgir eisini ein rættur at vera borgari í hesum sama heimi. Líkamikið hvørjar umstøður gera seg galdandi ella hvørja lagnu onkur fær, so hava vit ongantíð rætt at taka virði frá einum ørðum menniskja. Tó er støðan í okkara samfelagi tíverri merkt av, at vit ótilvitað taka okkum rætt at lækka lívsvirðið hjá fleiri menniskjum.
“Fólk við rørslubreki!”. Tey samansettu orðini, ið gera setningin, lýsa, hvussu skert okkara samfelag er. Setningurin umboðar ein heilt stóran hóp av menniskjum. Um vit vóru eitt ríkt samfelag, sum hugsaði nóg nógv um hesar borgararnar, so hevði setningurin ikki verið til yvirhøvur.
Um allir privatir og almennir stovnar, arbeiðsgevarar og privat fólk altíð hugsaðu um, at fólk í koyristóli eisini skulu ganga á og brúka vegir, gonguteigar, hurðar, inngongdir, wc, hús, skýli, bussar v. m., so vóru fólk í koyristóli ikki rørsluskerd, men kundu frítt ferðast á somu støðum, sum vit, ið ikki sita í koyristóli. Mangan spyrji eg meg sjálva, hví alt samfelagið ikki er innrættað til øll fólk, tí tað er ein trupulleiki at ferðast, tá ið koyristólurin ikki sleppur alla staðni.
Tá ið vit koma hartil, at samfelagið er fyri øll, so kunnu vit gleða okkum at spasera “arm í hjól” við hvønn annan.
Tað er sera einkult at skerja rørslubrekið burtur, bara umstøðurnar loyva tí.










