Tað er ikki á hvørjum degi, at listhandverk setur dagsskránna bæði í vinnulívskjaki og fjølmiðlunum. Kortini er tað eydnast fyriskiparnum av snið og handverksátakinum Gluggaglæma seinastu tvær vikurnar at fáa øll eygu vend móti smáu handverksvinnunum við vónum um at skapa teimum betri sømdir. Og uppskotini um, hvussu farast kann fram, trutu ikki á stóru ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum mikudagin, sum var hildin undir heitinum Snið og handverk í heimligum og altjóða høpi.
Heimabundið í Hollywood
Tað vóru konufólk við stokkum heldur enn mappumenn í klædningi, sum myndaðu fleiri av áhoyraraplássunum, tá Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, setti ráðstevnuna. Og eisini hann treiv í aldargamla bindingarkynstrið, sum altíð hevur verið ein nátúrligur liður í gerandisdegnum hjá føroyingum, og sum føroyskar kvinnur handfara so meistarliga, sum hann tók til.
- Nú um dagarnar hoyrdist, at stóru stjørnurnar í Hollywood eru farnar at binda sínar egnu troyggjur. Í so máta mugu vit sigast at hava nakað heilt serligt at lena okkum aftur á, við at tað fyri okkum so gerandasliga og nátúrliga er vorðið nakað serstakt og ein fyrimynd hjá øðrum, segði Bjarni Djurholm millum annað.
Hóast Føroyar eru ov smáar til at kunna gerast ein altjóða miðdepil fyri skapandi vinnur, helt landsstýrismaðurin, at hetta avgjørt kann gerast ein fyrimunur, um vit bera okkum rætt at. Ein lítil tjóð ella vinna kann smoyggja sær inn ímillum tær stóru inn á smáur røkurnar, sum onnur kanska ikki hava fingið eyga á. Ì øllum førum eru tað nú so nógv dømi um, at føroyingar listarliga í allar mátar megna at virka á jøvnum føti við onnur í alheims høpi. At hesar livandi vinnur við síni sermerktu sál hava ein møguleika og eina framtíð ivaðist landsstýrismaðurin ikki í.
- Spurningurin er, um ikki tann skapandi stættin hevur skyldu at fara út í heim við síni vinnu. Tit eru búgvin til tað, og møguleikarnir eru har. Vónandi taka tit av, segði landstýrismaðurin millum annað.
Ullkorn og stórir dreymar
Eftir setanina vóru ein røð av fyrilestrum á skránni, sum viðgjørdu alt frá tí fyrsta varsliga hugskotinum til altjóða gjøgnumbrotið. Sera hóskandi byrjaði orðstýrarin Urd Johannesen við at lesa eitt ullkorn úr eini ulltavu á borðinum. Ullkornini vóru tankar, dreymar og ynskir, sum fyriskiparnir Randi S. Vang og Jonhild Johannesen høvdu savnað á síni kanningarferð av føroyskum handverki seinasta árið. Soleiðis varð alt fyri skapað eitt samband millum stóru hugsjónirnar á pallinum í Norðurlandahúsinum og ynskini frá teimum, sum í tí smáa sita og fáast við síni handverk heima.
Ein av mest kveikandi framløgunm var fyrilesturin Mótasniðgeving í binding hjá ungu Jóhonnu Reginsdóttir av Steinum. Jóhanna er lesandi á Saint Martins College of Art London, har hon er væl á veg a gera sín gamla dreym um at gerast sniðgevi í bundnum pløggum til veruleika. Á ein sera livandi hátt greiddi Jóhanna frá gongdini, frá tí hon kastaði uppá sína fyrstu lítlu dukkutroyggju til nú, ið altjóða mótaheimurin bíðar. Undir framløguni sóust myndir á stórskíggja frá portfoliuni, Jóhanna hevði við sær til upptøkusamrøðuna á skúlanum. Framløgan endaði við eini forvitnisligari mótaframsýning við nøkrum av nýggjastu pløggunum hjá Jóhonnu. Fleiri orð nýttust sanniliga ikki fyri at vísa, hvussu langt unga argjadáman er komin, síðani fyrsta dukkutroyggjuna.
Sniðgevaradepil ein fyrimynd
Sum dømi um, at næstan alt ber til, um vilji er til tess, greiddi Michael Lange frá Erhvervscenter for erhverv, vækst og udvikling frá Montre verkætlanini í Keypmannahavn. Montre er eitt slag av sniðgevaradepli, har 20 ungir sniðgevar fáa loyvi at húsast og sýna fram í eitt ár fyri at koma í gongd innan vinnuna. Ein aðaltáttur í verkætlanini er ráðgevingin, sum eisini húsast í bygninginum, og sum sniðgevarnir hava ókeypis atgongd til, tá tey hava tørv á tí.
Fyri nógvar av føroysku áhoyrarnum mundi hetta ljóða sum ein órøkkiligur dreymur. Og spurningurin um, hvussu man kundi farið undir nakað líknadi í Føroyum varð eisini alt fyri eitt reistur. Verður Montre verkætlanin nýtt sum fyrimynd, krevur tað eina íløgu uppá eina millión kr, og eigur raksturin, sambært Lange, at vera ein almenn uppgáva. Í tí stóra roknistykkinum ljóðaði hetta ikki av nógvum, so kanska hetta kundi sett nakrar tankar í gongd hjá bæði íverksetarum av ymsum slagi og ikki minst politikarum.