meistari
At nógvar royndir og nógvir stórir sigrar ikki kunna skumpa kenslurnar til viks, mundi Jan Dam vera eitt tað besta dømi um sunnudagin. Fáur hevði roknað við honum undan kappingarárinum, men hvussu var og ikki, so royndist hann aftur HB drúgvur, og tá alt var liðugt, gjørdist løtan snøgt sagt ov stór hjá veteraninum.
Meira enn hálvgum lippandi og umgyrdur av klemmandi liðfeløgum kundi hann ikki halda kenslunum aftur, og tá vit loksins fingu orðið á hann, stóð eisini greitt, at talan var um eina stóru løtu.
Eina løtu, sum hann helst sjálvur ikki roknaði við fór at koma aftur. Fyri einum ári síðani, tá HB varð meistari 2002, vóru boðini í øllum førum, at hetta nokk var seinasta gullmerki, sum hann var við til at vinna, men hesaferð vildi hann tó ikki vera heilt so avgjørdur.
- Nú havi eg sagt í eini tvey trý ár, at eg skuldi gevast, so í dag sigi eg einki. Onkur hevur tikið til, at tað er sum við vínum, sum verður betri fyri hvørt ár, so um so er, so eru kanska fleiri ár eftir.
- Men árið í ár hevur bara verið heilt ótrúligt. Eg skuldi jú slettis ikki spæla, men frágongdin hevði verið stór, og so tók eg kortini eitt tørn. Tá eg so breyt tánna inni í Runavík ivaðist eg ikki í, at nú var liðugt, men eg veit ikki. Eg slapp aftur upp í part, og tða hevur bara gingið væl. Ikki minst tí eg í Símun Eliasen havi havt Føroya besta miðverja við síðuna av mær.
Hepni skal til
Tá vit at enda spyrja Jan, hvørjar orsøkir hann heldur vóru viðvirkandi til, at tað júst gjørdist HB, sum aftur í ár vann gullið, er hann skjótur at svara, at hepnið í øllum førum hevur átt sín part.
- Vit hava í einum trimum førum havt dystir, sum hava verið á vippuni, men har hepnið er koppað til okkara fyrimun, og tað hevur nøkk gjørt munin. Ikki tí, hepnið skal man eisini hava. Og so hava vit eisini fleiri stig enn hini, legði hann líkasum afturat, áðrenn hann fekk eyga á pápan, sum kom rennandi yvir at siga tillukku.