Rørdur Ronaldo: Eg klári ikki meira

Brasilski framherjin kunngjørdi sum væntað í dag, at hann leggur fótbóltsskógvarnar á hillina tí kroppurin hjá honum orkar ikki meir. - Sum tit sikkurt vita, so eri eg her í dag fyri at kunngera at eg gevist sum fótbóltsspælari. Eg klári ikki meira, segði ein rørdur Ronaldo á tíðindafundi fyrr í dag.

 

Luís Nazário de Lima Ronaldo er í dag 34-ára gamal og hevur spælt við brasilska liðnum Corinthians síðani 2009. Hann boðaði fyrr í ár frá, at hetta verður hansara seinasta kappingar ár.

 

- Eg vil gjarna halda fram, men eg klári ikki. Í dystum hugsi eg um at gera eina flyting, men eg orki ikki. Tíðin er komin, segði Ronaldo víðari.

 

Ronaldo hevur vunnið HM tvær ferðir, er samanlagt tann leikarin, ið hevur skotið flest mál í HM endaspælum og hann hevur spælt við fleiri av teimum størstu liðnum í Evropa.

 

- Tað er kroppurin, ið pínur meg. Høvdið vil gjarna halda fram, men kroppurin orkar ikki meir, Tað hava verið fleiri tap og sigrar í míni yrkisleið. Eg havi fingið nógvar vinir og eg kann ikki minniast at hava fingið nakran óvin, segði Ronaldo víðari.

 

Ronaldo kom til Evropa úr Brasil í 1994. Fram til 2009 umboðaði hann PSV, Barcelona, Inter Milan, Real Madrid og AC Milan. Hann gjørdist tvær ferðir illa skaddur í knænum í tíðini í Inter. Hann náddi eisini at spæla 97 landsdystir fyri Brasil og skoraði 62 mál.

 

 

- Tað eru nakrar sera týdningarmiklar orsøkir, ið gera at eg gevist nú. Í framtíðini fari eg at starvast í míni fyritøku, segði Ronaldo at enda.

 

Tað eru eisini onkrar søgur frammi um, at Ronaldo í seinastuni hevur fingið deyðshóttanir frá viðhaldsfólkum hjá Corinthains og tað skal vera við til at gera, at Ronaldo í dag er givin.