Róðrargalla’ið nærkast

Tá ólavsøkuróðurin er liðugur, er punktum samstundis sett fyri aktiva partinum av kappróðrarárinum. Seinnu árini hevur verið siður at hava róðrargalla, og verður hetta eisini hildið í ár.

Tað er Róðrarfelagið Knørrur, sum skipar fyri veitsluni, sum verður hildin i Høllini á Hálsi í Havn tann 10. august. Tilmelding til veitsluna skal tó vera gjørd í seinasta lagi tann 25. juli. Tilmelding fram á heimasíðuni hjá Knørri, www.rk.fo.