Fyri triðju ferð í ár hava dreingirnir hjá Róðrarfelagnum Knørri í dag vunnið kappingina í barnaróðrinum.
Jallurin vann á norðoyastevnu, Jallurin vann á vestanstevnu fyri einari viku síðani, og Jallurin vann í Vestmanna ídag. Hetta var altso triði sigurin hjá Jallinum við dreingjum í barnaróðrinum í ár, og tað kann ikki sigast annað, enn at tað sær gott út hjá Róðrarfelagnum Knørri, tí felagið hevur í dag vunnið báðar kappingarnar í barnaróðrinum.
Stóri avbjóðarin hjá Knørra dreingjunum í dag var Títtlingur hjá Havnar Róðrarfelag, sum endaði á silvurplássinum – minni enn eitt sekund aftanfyri Jallin.
Firvaldur av Tvøroyri og Havfrúgvin úr Vestmanna endaðu á ávikavíst triðja og fjórða plássi.
1 Jallurin 02.35.22
2Títtlingur 02.36.17
3Firvaldur 02.37.17
4 Havfrúgvin 02.39.22
5 Tekla 02.40.02
6 Royndin Fríða 02.41.02
7 Drekin 02.42.00
8 Sílið 02.42.07
9 Falkur 02.43.16
10 Ternan 02.48.11
11 Ørnin 02.49.02










