Tað er ikki í hvørjari viku, at til ber hjá børnum og familjum teirra at spæla bæði golf, tennis, skjóta við boga og píl, rógva kapp, súkkla og gera annan ítrótt. Nú skúlarnir eru farnir í heystfrí ber nevniliga til hjá øllum at fara til ymiskan ítrótt kring alt landið.
Tað eru ítróttarfeløgini sum skipa fyri hesum tiltøkum nevnd ?Heystrøringur?, saman við Ítróttarsambandinum og Fólkaheilsuráðnum.
Omanfyri 20 ítróttarfeløg kring landið lata hesa vikuna dyrnar upp fyri øllum teimum, ið hava hug at royna teirra ítrótt - ella bara hava hug at røra seg.
Tiltøkini byrja í dag og halda fram til leygardagin. Nærri verður lýst við tiltøkum og tíðum á heimasíðuni www.folkaheilsa.fo.