Tað er sviðin, Anders Holmstrøm, ið saman við Fyribyrginarráðnum skipar fyri átakinum. Anders Holmstrøm nemur sær í løtuni útbúgving sum fysioterapeut og er serliga áhugaður í at fáa fólk at røra seg:
- Nú bilflutningurin hevur vundið upp á seg seinastu árini, og stævna likamsarbeiðið er vorðið lættari, er vandi fyri, at føroyingar ikki røra seg nóg mikið.
Komandi fimm vikurnar ætlar Anders Holmstrøm at fáa føroyingar at melda seg til eina kapping, ið hevur til endamáls at fáa øll at røra seg meira. Kappingin gongur í stóran mun fyri seg á heimasíðuni, www.stig.fo, har hvør einstakur hevur møguleika at skráseta sínar likamsvenjingar. At enda verða øll stigini tald saman, og millum teirra, sum hava verið ídnast at skráseta seg innan 14. apríl, verður ein súkkla á 10.000 kr burturlutað:
- Kappingin er fyri øll, og hædd verður sjálvandi tikin fyri, um tú ert beindovin ella sera likamsvirkin. Tað hevur eisini alstóran týdning, at vit eru erlig, tá vit skráseta okkara venjingar, og ikki bert droyma um komandi venjingarnar, sigur Pál Weihe, formaður í Fyribyrginarráðnum.
Pál Weihe vísir eisini á, at hetta átakið hóskar væl til teirra, sum í løtuni royna at leggja av við at roykja á ókeypis skeiðnum, TUBBAK FARVÆL, ið fyribyrgingarráðið somuleiðis skipar fyri.
Ætlanin er at eggja bæði bindiklubbum, skúlaflokkum, arbeiðsplássum o.ø. at melda seg til kappingina. Og hóast bert ein vinnari er í kappingini, eru samskipararnir á einum máli um, at allir luttakararnir í kappingini at enda kunnu kalla seg vinnara:
- Øll vinna eina betri heilsu og eitt frískari lív. Vónandi ásanna luttakararnir, hvussu frálíkt tað er at røra seg.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sermerktar ítróttagreinar
Ætlanin í næstum er somuleiðis, at fáa føroyingar at royna so nógvar ymiskar rørsluhættir, ið til ber. Og meðan Anders Holmstrøm er í Føroyum, fer hann at vísa á, hvussu ávísar sermerktar ítróttagreinar kunnu íðkast. Men hvørjar hesar ítróttagreinarnar eru, ynskir Anders Holmstrøm ikki at avdúka:
- Eg gevi fegin øðrum tann kunnleika, eg havi. Øll forvitin eru vælkomin.
Hvønn mána-, miku- og fríggjamorgun kl. 7.30 hevur Anders Holmstrøm ymiskar venjingar á økinum oman fyri Landabókasavnið.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Umráðandi at práta um rørslu
Hans Pauli Strøm, landstýrismaður í almenna- og heilsumálum, heldur átakið er óført og stuðlar tí fegin:
- Tað er umráðandi at práta um rørslu. Hetta átakið er eitt gott høvi til at eggja teimum, ið ikki røra seg so nógv, at luttaka. Átakið er eisini skipað á ein stuttligan hátt við kapping, ið gevur øllum eina eyka orsøk til at luttaka. Kappingarelementið hevur stóran týdning.
Somuleiðis váttar Hans Pauli Strøm, at átakið er partur av eini frágreiðing um fólkaheilsupolitikk, ið landsstýrið í løtuni leggur seinastu hond á. Frágreiðingin verður løgd fram fyri løgtingið í aðalorðaskifti fyrst í apríl:
- Hetta er beinleiðis ein liður í hesi frágreiðing. At røra seg er besta heilsubót, ið finst.
Enn hevur Hans Pauli Strøm sjálvur ikki havt stundir til at melda seg til kappingina, men ivast onga løtu í, at hann heilhugaður fer at luttaka í kappingini.