Seinnapartin hósdagin fór kongliga fylgið av aftur landinum eftir eina vitjan, sum í flestu mátar hevur verið sera væleydnað.
Nógv tos hevur verið um, hvørt tilrættislagda skráin hevur verið hin rætta, og einki er at ivast í, at Føroyar í ávísum førum kundu »selt« seg sjálvan betri, um talan í størri mun hevði verið um upplivingar heldur enn sightseeing.
Men tað var kanska eisini ein ætlan í, nú Krúnprinsessan fyri fyrstu ferð hevur verið á klettunum. Ein vitjan, sum mong uttan iva hava glett seg til. Og tað var eisini sjónligt, at tað fyrst og fremst var Mary, sum fólkið vildi síggja.
Fyrst og fremst, so hevur fokus frá fjølmiðlum og almenningi sjálvandi verið á kongligu vitjanini hesar fýra dagarnar. Eitt fokus, sum bæði drotninga- og krúnprinsahjúnini hava borið við sømiligari tign.
Men tað sama kann neyvan sigast um nakrar landsins kosnu fólkum. Nú hópin av útelndskum tíðindafólki var til staðar, og nógv altjóða eygu høvdu Føroyar undir sjóneykuni, vóru tað nakrir tjóðveldismenn, sum ikki kundu bara sær.
Møguleikin at skapa øsing og samstundis seta seg sjálvan í fokus, var ov stórur, og við eini dundurtalu, sum varð rópt út um allar geilar, varð funnist at drotningini, sum - segðist tað - hevði runnið politisk ørindi fyri Anders Fogh Rasmussen.
Hvørt nýggja lógin um ríkisrættarligu støðu Føroya er nóg góð ella ikki, eru sjálvandi ymsar hugsanir um. Og einamest, so man hetta helst verða nakað, sum eftirtíðin fer at svara.
Men hvussu víkir og vendir, so er kongsfamiljan kanska fremsta symbolið fyri kongaríkið og tann felagsskap, sum vit liva í. Og tí var væl ikki annað væntandi, enn at drotningin fór at umrøða hendan felagsskap positivt. Ikki minst, nú ein nýggj politisk semja er gjørd við atliti til at skapa enn betri viðurskifti millum politisku partarnar í hesum.
Kanska eydnaðist royndin eisini, og kanska fekk boðskapurin ætlaðu ávirkanina. Í øllum førum slapp floksmaður Tjóðveldisfloksins eina løtu í sama fokus, sum annars var ætlað kongligu vitjanini.
Sosialurin