Tað hevur gingið við rúkandi ferð hjá Evi Tausen: Í brúdleypi sínum í fjør sang hon alment á fyrsta sinni, og stutt eftir kom út ein fløga við tveimum sangum. Síðani hevur hon verið at hoyrt á konsertum og festivalum, og nú hevur hon so tikið enn eitt risafet í tónleikinum.
– Tað hevur verið ótrúliga spennandi at arbeiða við hesi útgávuni. Henda útgávan er á enskum, tí hon kanska eisini skal gevast út í USA, so eg eri sera spent at vita, hvat hetta kann lata upp av enn fleiri hurðum, enn eg longu nú havi sæð opnar fyri mær, sigur Evi Tausen.










