Fyrst var hann kommunistaformaður, síðan SF’ari, síðan sosialdemokratur, og nú er hann nevndarformaður í sáðbankanum, Cryos International - Denmark ApS. Maðurin, sum talan er um, er danin, Ole Sohn.
Cryos hevur ein árligan umsetning á eitt trísiffrað miljónatal við at útflyta sáð hjá donskum monnum til lond kring heimin, og Ole Sohn hevur sett sær fyri at veksa um handilin við umheimin.
Tað skrivar netsíðan – www.altinget.dk
- Tað er mítt mál, at Cryos skal halda fram við at veksa og útflyta sáð til fleiri enn 100 lond. Á hinari síðuni fari eg eisini at arbeiða fyri, at tað verður lættari hjá kvinnum at donera egg, sigur fyrrverandi danski ráðharrin.
Sjálvur heldur Ole Sohn, at hann hevur fingið álitisstarvið sum nevndarformaður í sáðbankanum, tí hann hevur royndir í egnum vinnulívi, umframt at hann hevur verið ráðharri í vinnulívi og vøkstri.
- Eg havi royndir á lóggávuøkinum, og Cryos skal ikki einans arbeiða undir danskari lóg, men eisini undir teirri lóggávu, sum er galdandi í øllum teimum 100 londunum, sum vit útflyta til, og vit eru eisini undirløgd alla ES-lóggávu.
Ole Sohn gavst í politikki í 2015 og hevur síðan havt fleiri ymiskar nevndarsessir. Hann gjørdist nevndarformaður í sáðbankanum Cryos International - Denmark ApS í apríl í ár.










