Rópa varskó eftir haturstalu í fólkakirkjuni

Fólkakirkjan má taka frástøðu frá slíkari haturstalu sum prædikan hjá Bergi Debes Joensen, heldur Humanistafelag Føroya

Tað er átaluvert, at ein prestur við almennari løn kann niðurgera ein minnilutabólk, soleiðis sum Bergur Debes Joensen, prestur, gjørdi í Hesti sunnudagin.

 

Tað halda tey í Humanistafelag Føroya.

 

Tey sipa til prædikuna í Hesti sunnudagin, har Bergur Debes Joensen staðfesti at einasta rætta hjúnabandi er tað ímillum ein mann og eina kvinnu, og at øll onnur sløg av hjunabandi, eru synd.

 

 

Les eisini: Samkynd átala prest fyri prædiku í Hesti

 

 

Eftir prædikuna kunnu vit sita eftir við teirri fatan, at hann gevur seg út fyri at vera tann moralski yvirmaðurin, halda tey í Humanistafelagnum.

 

Tey halda, at páhaldið um, at hjúnabandið skal vera tann stovnur, har børn verða sett í verðina og at hjúnabandið er hornasteinurin í okkara samfelag, krevja prógv.

 

 – Vit vita at børn koma til í verðina óheft av hjúnabandinum, og at stovnurin í sær sjálvum, ikki er grundleggjandi fyri okkara samfelag, hóast hann er sambindandi, siga tey. Tey staðfesta eisini, at ein familja kann eisini vera óheft av hjúnabandinum.

 

Samstundis vísti prestur á, at ótrúskapur, samkyndleiki, fosturtøka og porno eru beinleiðis hóttanir ímóti hjúnabandinum.

 

– Tað er bæði ódámligt og óneyðugt av presti at fara eftir fosturtøkuni, tí prestur veit ikki, hvør støðan kann vera, sum fær eina kvinnu at fáa fosturtøku. Hetta kann fatast sum ein óneyðug roynd at raka samvitskuna hjá áhoyraranum, halda humanistarnir.

 

Tey halda eisini, at hetta kann skiljast sum at prestur, sum myndugleiki, við kirkjuni í rygginum, leggur eftir LGBT rørsluni, tí hann sær teirra kynsliga samleika sum eina synd ið krevur fyrigeving, tí eftir hansara fatan er samkyndleiki eitt stríð við samkyndari kenslu, heldur enn bara tað at vera samkyndur. Tey halda, at hetta ber prógv um, at prestur ikki veit, hvat seksualitetur í roynd og veru, er.

 

Í Humanistafelagnum stsnda tey spyrjandi, og undrast á, um prædikan hjá presti avmyndar eina heimsfatan, sum fólkakirkjan stuðlar.

 

– Vónandi ger fólkakirkjan ikki tað og tekur frástøðu frá hesum, tí tíbetur er tað langt ímillum slíka niðrandi haturstalu frá fólkakirkjuni, siga tey í eini fráboðan á Facebook.

 

– Humanistafelag Føroya vil við hesum orðum rópa varskó og finnast at, at ein partvís alment løntur prestur, í einum partvís almennum stovni, sum folkakirkjan er, kann niðurgera ein minnilutabólk, grundað á teirra nattúru og teirra moralsku og etisku val, siga tey í Humanistafelag Føroya.

 

– Ger fólkakirkjan ikki tað, er tað við landinum í rygginum, at slíkur ærumeiðandi ágangur verður førdur, leggja tey afturat.

 

Í nevndini í Humanistafelag Føroya, eru Oda Kjartansdóttir Strøm, forkvinna, Eli Bjartalíð, næstformaður, Niels Joensen, kassameistari, og Heri Joensen, skrivari. Tiltakslimir eru Henný Rógvadóttir, Jens Arni Leo Hammerfoss og Terji Beder.