Súsanna, sum í dag er 29 ára gomul, hevur sett seg við lítlu dóttrini, Kiru, sum er fimm mánaðir gomul. Navnið Kira merkir rípa av sólarljósi. Hon eigur eina stórasystur, sum eitur Ulla. Ulla hevur tann aldurin, sum Súsanna hevði, tá bussvanlukkan hendi. Súsanna býr í dag í Odense saman við manninum, Svend Hansen úr Klaksvík, sum er tyrluflogskipari. Súsanna er skjótt liðug sum miðlagrafikari.
– Eg minnist einki frá sjálvari vanlukkuni. Men við tað at eg havi mist ein triðing av mínum førleika, hevur hon sjálvandi merkt meg tað, eg minnist.
Beint eftir vanlukkuna varð Súsanna fleiri ferðir skurðviðgjørd. Skadda beinið vaks skjótari enn tað fríska og varð seks sentimetrar longri enn hitt. Takast mátti av beininum, og hon fekk eisini húðtransplantatiónir.
– Beinið hevur altíð forðað mær í at íðka ítrótt. Eg mátti einki gera, har eg setti beinið til. Einastu ítróttargreinar, ið eg kann íðka, er súkkling og svimjing. Sum genta royndi eg at spæla hondbólt, men tað riggaði illa, tí skógvurin, ið lagdur er undir er so stirvin og óliðiligur, og tað ber illa til at renna við stívum fóti, so tað droppaði eg.
– Eg havi eisini lymfodem í vínstra beini, og fái viðgerð fyri hetta. Noyðist dagliga at brúka kompressiónssokk líka upp undir rørar, fyri at halda lymfodeminum niðri. Tað er eitt sindur strævið.
Gott lív
Onkuntíð hevur Súsanna følt seg eitt sindur dreingjaliga, tí hon ikki hevur hildið seg kunna pyntað seg sum aðrar gentur við strømmum buksum og lærstuttum.
– Eg havi viljað fjalt beinið, tí tað er skeivt og óskaffiligt. Beinagrindin er skeiv, og vøddalagið er burtur. Eisini havi eg altíð havt ljótar ortopediskar skógvar. Alt var altíð í gráum og minti um rúmdar– ella kavaraskógv. Í dag er mann tíbetur komin longri og kann leggja uppundir næstan øll sløg av skóm.
– Tann dag í dag er annað beinið longri. Tað riggar á einari leið, men eg havi varhugan av, at mann torir illa at koma afturum aftur við skurðviðgerð, fyri ikki at gera ilt verri. Eg vil heldur hava hetta beinið, enn at risikera, at tað versnar. Hetta er tað sum er hent við mær, og eg veit ikki um annað enn at hava hetta beinið.
– Tað hevur gingið væl at ganga við børnum, tíbetur. Eg stúrdi fyri at koma at sita í koyristóli, men hevði ongar slíkar trupulleikar. Eg havi eiheldur trupulleikar av at ganga. Og eg sleppi í høghælaðar skógvar í dag, um tað skal vera, smílist Súsanna.
Brúkið trygdarbelti!
Tað er ilt at meta um, hvørt tær tríggjar, sum lótu lív í vanlukkuni, høvdu verið okkara millum í dag, og um Súsanna hevði sloppið frá vanlukkuni óskadd, um øll sótu í trygdarbelti. Men um tær sótu íbundnar, endaði ið hvussu er eingin undir bussinum.
– Tá vanlukkan hendi, høvdu vit ikki møguleikan at binda okkum í trygdarbelti. Hesin spurningur varð reistur beint eftir vanlukkuna. Nústani í 2009 varð ásett við lóg, at bussar skuldu hava trygdarbelti, so í dag eru tey tøk at brúka. Eg skilji, at føroyingar ikki eru serliga raskir at brúka hesi beltini, sum hanga í bussunum í dag. Sjálv bindi eg meg altíð í og eisini mínar gentur. Tað tekur trý sekund. Sjálvandi eiga øll at sita íbundin – eisini teir stuttu túrarnar!
Beiggin Rani, sum var eftir í Havn, bíðaði til fánýtis eftir tyrluni við jólamanninum. Hann varð ansaður hjá grannakonuni, Lisbeth Mortensen, sum hann var so sera góður við. Lisbeth var skrivari á Bygdaleiðum og varð uppringd um vanlukkuna, beint sum hon var hend. Tyrlan setti seg ongantíð í túnið á Barnaheiminum. Hon mátti taka lut í tilbúgvingini undir Valaknúkum.










