Skráin í Føroyahúsinum í Keypmannahavn er fjølbroytt í februar.
Um vikuskiftið verður dansur við Teimum av Kamarinum, sum Nærvarpið skipar fyri.
Øll tey meira ella minni føstu tiltøkini eru á skránni, sum t.d. føroyskur dansur, kór og ymisk hugnakvøld.
Synir fólkatingsmannin
Tann 8. februar fara Jákup og Mikkjal Nielsen at syngja og spæla guitar. Eisini verður farið upp á gólv. Jákup og Mikkjal eru synir kenda prestin og fólkatingsmannin Jóhan Nielsen, sála.
Onnur tiltøk eru argentinsk tango, bingo og fernisering.
Á løriftinum
Jensinu Olsen kenna mong sum songkvinnu. Seinast sum rødd og stigtakara handan fløguna Grísaflísa Pætur.
Tann 15. - 17. februar skipar Listafelagið í Keypmannahavn fyri framsýning við myndum hjá Jensinu, sum nú eisini roynir seg á løriftinum.
Røntgenverkfrøðingur spælir klaver
Ætlanin var, at Bjarki Olsen tann 25. januar skuldi siga frá. Honum barst frá, men møguliga verður hann á skránni 22. februar.
Bjarki er ættaður av Tvøroyri - Undir Heygnum. Pápin, Jákup Olsen, var varaskúlastjóri. Bjarki er útbúgvin innan strálufysikk og hevur arbeitt sum røntgenverkfrøðingur. Hann hevði í mong ár egið felag og arbeiddi serstakliga í miðystri. Bjarki fer at siga frá hendingum á lívsleiðini og eisini spælir hann klavertónleik.









