Rænt lík funnið

Myndugleikarnir í tí grikska partinum av Kýpros hava nú funnið líkið av fyrrverandi forsetanum Tas­sos Papadopoulos, sum bleiv tikið úr grøv hansara fyri trimum mánaðum síðani.

Kýpriska løgreglan sigur, at líkið er funnið í einum kirkjugarði í høvuðsstaðnum Nicosia.

Løgreglan veit ikki við vissu, um talan er um líkið av Papadopoulos, men tað skulu nakrar DNA-kanningar staðfesta.

Líkið av fyrrverandi forsetanum hvarv tann 11. desember í fjør, og Interpol hevur verið við í leitingini.

Tassos Papadopoulos var forseti frá 2003 til 2008.