Vápnaðir ránsmenn herja í fleiri bygdum og býnum Gori í Georgia, nú vápnahvíldin er komin í gildi Veruligt lógloysi ræður í Gori og fleiri bygdum har um vegir.
BBC veit at siga, at vápnaðir ránsmenn hava rænt frá fólki í Gori, og at teir hava sett eld á fleiri hús. Sambært amerikonskum keldum hava ránsmenninir eisini skotið fleiri fólk.
Amerikanski sendiharrin í Georgia hevur biðið russiska stjórnarherin steðga áganginum og samstundis veita trygd fyri, at russiskir hermenn geva sivilfólkinum frið, skrivar AFP.