Rúni sum Succesvenjari

Vágbingurin Rúni Nolsøe, sum vit best kenna sum miðvallaovasta á HB liðnum, gjøgnum mong ár, byrjaði sum venjari í AB fyri tveimum árum síðani. – Eg føldi at tíðin var búgvin til at royna eitthvørt nýtt, og tí tók eg av, tá tilboðið fyrilá um at taka við venjarastarvinum á Hamrinum

Grein frá 10-10-2007


Rúni Nolsøe byrjaði sítt venjaravirksemi í AB fyri 2 árum síðani, og tað kann bara staðfestast at hann hevði eydnuna við sær í fyrstu roynd.

Hann megnaði at føra Argjamenn upp í Formula deildina eftir bert einum ári í starvinum, og var hetta fyrstu ferð í søgu felagsins, at teir vóru komnir so langt upp.


Trivnaður og samstarv

Rúni metir at tað er av alstórum týdningi at trivnaðurin er í hásæti, har man er. – Á hendan hátt fær man bestu úrslitini og mest burturúr tilfeinginum, ið er at ráða yvir, sigur ein avgjørdur Rúni Nolsøe. Eitt annað, ið hann metir vera høvuðsgrundarlagið undir viðburðinum, ein venjari hevur er gott samstarv og arbeiðssamt hjálparfólk.

Bæði á Argjum og á Toftum havi eg verið sera heppin við at havt avbera gott fólk at arbeitt saman við, fortelur Rúni. Hann sigur síðani at hann metir at tað ikki høvdu verið eins góð úrslit, ið høvdu spurst burturúr, um so ikki var.


1.deild

Árið í ár hevur verið eitt avbera gott ár hjá bæði Rúna Nolsøe og felagnum hann hevur verið tilknýttur.

1. deild í ár snýddi seg um B68 og so hini liðini. B68 vóru snøgt sagt nógv tað besta og mest støðuga av liðunum, og er hetta sjálvsagt stuttligt hjá teimum. Rúni sigur seg eisini vera glaðan fyri góðu gongdina í ár, men samstundis er hann eitt sindur keddur av at mótstøðan hevur verið so lítil.

- Vit hava verið einaráðandi, nærum síðan kappingarbyrjan, og seinastu tíðina var tað einans ein spurningur, um nær meistaraheitið var tryggjað, sigur Rúni. Hann sigur eisini at tað er trupult at halda spælarunum eggjaðir til at geva sít besta hvørja ferð teir trýna inn á vøllin, tá teir eru so langt frammanfyri hini liðini.


Formula á Toftum

Hvat heldur tú vera rímuligt hjá Toftamonnum at vænta sær av B68 í Formuladeildini í komandi ári?

-Eg meti at um B68 fær styrk so skuldi verið væl borið til hjá teimum at hildið sær í bestu deildini, sigur Rúni hugsunarsamur. Hann heldur áframm við at siga at um teir fáa styrkt liðið við einum spælara til hvørja ketu, samt fingið nýtt ungu kreftirnar í felagnum til fulnar so er ikki óhugsandi at teir á Toftum skulu megna at hildið sær yvir niðurflytingarlinjuni.


Samanlegging í Suðuroy

Sum vágbingur hevur Rúni ein ávísan áhuga fyri hvussu gongst barndómsfelagnum í Vági. Hann heldur at atkvøðugreiðslan um samanlegging av liðunum í oynni er eitt gott hugskot, og at tað kanska longu skuldi verið gjørt fyri fleiri árum síðani.

- Ov fáir spælarir av rættari dygd eru í VB/Sumba og í TB, men um samanlegging verður veruleiki, kunnu teir samansjóva samlaðu dygdina í oynni, sigur Rúni avgjørdur.

Hann vónar at limirnir í feløgunum síggja veruleikan í eygnui og atkvøða hareftir.




Myndatekstur:


(Rúni Nolsøe standandi við steypi í hondini, frá einum av hansara mongu meistaraheitum í HB-búnanum.)