Besta úrslitið fekk Rúni Seloy, tá hann í bólkinum dreingir 14-15 ár tann 800 metrar við tíðini 2.06,68 minuttir, sum tryggjaði honum gullið og danska meistaraheitið.
Bjørk Herup Olsen rann 3.000 metrar í bólkinum gentur 18-19 ár, og har megnaði hon at seta føroyskt met við tíðini 10.16,93. Hon gjørdist nummar tvey og vann silvur.
Eisini Rebekka Fuglø vann silvur, tá hon í bólkinum gentur 16-17 ár rann 800 metrar við tíðini 2.24,48 minuttir. Eisini rann hon 200 metrar, har hon gjørdist nummar 12.
Harumframt gjørdist Jóan Karl Joensen í bólkinum menn 20-22 ár nummar fimm í 800 metrum. Jan Elmar Sørensen gjørdist í bólkinum dreingir 18-19 ár nummar sjey á 3.000 metra teininum, og Guttorm Sørensen gjørdist nummar 10 í 3.000 metra renning hjá monnum.
Føroysku rennarar kappast aftur í morgin um fleiri donsk meistaraheiti.