Tað var nógv umrøtt í vár, tá Rúni Róin saman við Jacob Baruël Poulsen, Torsten Lodberg Smed og Christian Skakkebæk, vóru orsøkin til, at Anders Eldrup fekk sekkin sum stjóri hjá DONG Energy.
Nú eru teir fýra settir at stýra einum milliardagrunni hjá PensionDanmark.
Sambært danska blaðnum Børsen fáa teir eina løn at býta sínámillum áljóðandi 30 milliónir um árið. Men sambært sama blaðnum er hetta ikki serliga høg løn í fíggjarheiminum.
Vanliga liggur lønin á tí tvífalda innan líknandi størv í fíggjarheiminum, skrivar Børsen.
PensionDanmark skal gjalda minst 0,5% av íløgunum í lønum um árið, og tað svarar til 30 milliónir av teimum seks milliardunum, sum skulu leggjast í ymsar fyritøkur og partabrøv.
Vanligt er, at tílík størv verða lønt við einum fimtaparti av avkastinum oman fyri tey fyrstu átta prosentini. Tískil liggur lønin hjá teimum fýra væl undir tí vanliga, hóast 7,5 milliónir í grundløn um árið ikki er at kimsa at.
Forstjórin í PensionDanmark er eisini skjótur at vísa á, at felagið í veruleikanum er sloppið bíliga í mun til vanliga lønarstigan á marknaðinum.
Bonusavtala
- Stjóralønirnar til leiðsluna í grunninum er fastsett út frá einum avtalaðum fíggjarkarmi, ið inniber løn til starvsfólkið, húsaleigu, ferðaútreiðslur umframt fasta løn til teir fýra. Harvið verða útreiðslurnar munandi lægri enn tað, ið er vanligt í líknandi grunnum. Veruligu útreiðslurnar liggja væl undir 0,5%, sigur Torben Möger Pedersen sambært Børsen.
Aftrat teimum føstu 30 milliónunum um árið kemur so ein bonus avtala, sum kortini verður hildin loynilig.
Tær seks milliardirnar í grunninum skulu setast sum íløgur umvegis felagið Copenhagen Infrastructure Partners, ið er stovnað til endamálið.
Teir fýra skulu so gera av, hvar íløgurnar skulu plaserast, og ein bonusskipan, ið vanliga er 0,5% av avkastinum eftir fyrstu átta prosentini, ger so av endaligu lønina.
Sambært Børsen liggur lønin til tílíkar leiðarar á tí tvífalda, og tað er forstjórin hjá PensionDanmark eisini skjótur at vísa á.
Ætlanin edrf, at Copenhagen Infrastructure Partners komandi fimm árini skal gera íløgur í infrakervi á 12 milliardir krónur.
At tað júst gjørdust teir fýra kemst av, at pensiónsfelagið hevur góðar royndir við samstarvi við teir fýra.
- Talan er um sera kompetentar menn. Vit gleða okkum tí til samstarvið við teir fýra, og vit eru sannførd um, at teir fara at tryggja okkum eitt gott avkast, sigur Torben Möger Pedersen við Børsen.