Ringurin hjá týska tónaskaldinum Richard Wagner telist millum stóru verkini í tónleikasøguni, og í næstum verður verkið, sum umfatar fýra operur, framført í Odense í Danmark.
Nibelungens Ring inniheldur fýra sjálvstøðugar operur – Das Rheingold, Die Walküre, Siegfried og Götterdämmerung. Wagner skrivaði verkið í 26 ár og var liðugur í 1874. Ringurin byggir á norðurlendskar sagnir og tekur umleið 15 tímar at spæla.
Vanliga verður ein opera framførd hvørt kvøld í fýra kvøld, og soleiðis fara tey eisini at gera í Odense, tá ið Ringurin verður spældur tvær ferðir frá 23. mai til 3. Juni.
Odense Symfoniorkestur tekur sær av tónleikinum, og ein av tónleikarunum í orkestrinum verður klaksvíkingurin Páll Sólstein, sum spælir valdhorn. Páll starvast í Kongaliga Kapellinum í Keypmannahavn, men hann hevur tikið sær frí frá tí starvinum fyri at spæla Ringin í Odense.
Vágbingurin Rúni Brattaberg verður ein av sangarunum á pallinum. Rúni Brattaberg, sum er basssangari, hevur sungið operur í leikhúsinum kring Europa og í USA – eitt nú í París, Amsterdam, Mainz, London og New York. Komandi tíðina starvast hann í Odense.