TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Hans Jørgen Djurhuus og Rúna Klein Joensen í Sarpugerði aftaná Víkingur hevði vunnið 2-0 á B36.
Hans Jørgen hevði eitt av sínum mongu leikbonnum til dystin, og Rúni Klein Joensen er uttan iva kendasti fjepparin hjá Vìkingi: - Hetta er fantastiskt, slær Rúni Klein Joensen fast. Rúni Klein Joensen heldur, at við sigrinum í dag er Víkingur 50 prosent nærri meistaraheitinum. - Vit eru nær, men vit mugu also vinna á Argjum, slær Rùni Klein Joensen fast.
Hans Jørgen Djurhuus er sera fegin um, at liðfelagarnir greiddu arbeiðssetningin, men hann viðgongur, at tað var hart at standa uttanfyri, og ikki kunnu hjálpa til. Men Hans Jørgen er róligur og fattur, og minnir fólk á, at tað er ein dystur eftir enn, og Víkingur hevur ein dyst eftir at vinna.