Mynd
Rúni M. Hansen, stjóri í Statoil: -Mugu bora áðrenn vit kunnu siga nakað við vissu um olju á føroyskum øki
Eisini Statoil fegnast um væleydnaðu royndarframleiðsluna á Rosebankleiðini. Rúni M. Hansen, stjóri í Statoil Exploration í Føroyum sigur, at hetta fer at hava eina jaliga ávirkan á leitingina í føroyskum øki í framtíðini, tó at tað ber ikki til at siga nakað um møguleikarnar at finna olju og gass í rakstrarverdugum nøgdum við Føroyar, fyrr enn vit hava borað aftur.
Fyri Statoil, sum í fjør boraði ein turrran brunn á landgrunninum, er Rosebank, hóast hetta er í bretskum øki, eitt stig tann rætta vegin og um man kann siga so, eitt plástur uppá sárið eftir turru Brugduna. Rúni M. Hansen leggur aftrat, at hevði úrslitið av Rosebank verið vánaligt, so hevði hetta kunnað havt negativa ávirkan á oljuleiting við Føroyar í framtíðini. Statoil telvaði tí rætt, tá tað í 2004 keypti seg inn í loyvið hjá Chevron við 30%. Hini feløgini eru OMV og Dong. Og eisini tá tað setti alt inn uppá at fáa loyvið í 2. rundu føroysku megin markið saman við somu feløgum.
Eisini á høvuðsstøðini hjá Statoil í Noregi verða tíðindini væl móttikin. –Hetta sær sera lovandi út og hetta gevur okkum góðar vónir sigur Gregory T Himes, varaforseti fyri altjóða leiting hjá Statoil. Hann sigur víðari, at feløgini í hesum samtakinum skjótast til ber fara at gera alt tey eru ment fyri at vita, um tað er lønandi. –Um tað er lønandi, so fer tað at vera enn eitt gott íkast til framleiðsluna hjá Statoil á Atlantsmótinum. Frammanundan eigur Statoil lut í Schiehallion oljukelduni. Statoilstjórin sigur, at boriverkætlanin teir eru í gongd við leggur seg eftir at kunna fara undir eina skjóta útbygging, um alt peikar rætta vegin.