Rúni Nolsøe verður ikki partur av venjaratoyminum í HB komandi kappingarár. Rúni tók við venjarastarvinum í HB í vár. Og hóast talan gjørdist um silvur, so var talan um hampuliga turbolent ár. Eitt nú varð ein rokada gjørd í summar, soleiðis at Sámal Erik Hentze gjørdist síðustillaður venjari hjá Rúna Nolsøe. Og nú verður Sámal Erik Hentze so einsamallur høvuðsvenjari. Í tíðindaskrivinum sigur HB, at felagið og Rúni Nolsøe ikki kundu koma ásamt um treytirnar fyri framhald av samstarvinum, og at hetta tí steðgar. Enn er ikki greitt, hvør verður hjálparvenjari hjá Sámal Erik Hentze í HB.