Rúni fekk hugin aftur

Flogbóltur: – Kanska ger mín spælistílur, at eg síggist betur enn aðrir spælarar, sigur ársins spælari hjá monnum, Rúni Weihe í ÍF, sum eftir eitt sabbatár síðsta vetur nú kann staðfesta, at hann veruliga aftur hevur fingið hugin til flogbólt

– Sjálvandi er tað altíð stuttligt at fáa ein slíkan heiður, men eg fegnist allarmest um, at vit í ÍF vunnu greipuna. Hetta er allíkavæl eitt herðaklapp, og tað eri eg fegin um, sigur Rúni Weihe, sum leygarkvøldið fyrst var kosin ársins álopsspælari og síðani ársins spælari í flogbólti hjá monnum.
Eftir eitt sabbatár frá flogbóltinum, hevur Rúni aftur í vetur verið eyðsýndur á liðnum hjá ÍF, og hann er eisini sera fegin um, at hann fór aftur í holt við flogbóltin.
– Eg haldi, at tað gjørdi mær gott, at eg tók frí frá flogbóltinum ein vetur. Tað er viljin, sum drívur verkið, og neyðugt er at bæði hugur og motivatión eru har, um tú skalt brúka ta orku, sum skal til at venja og spæla. Persónliga haldi eg, at tað var gott fyri meg at lata vera, tá hugurin ikki var har, og nú vænti eg, at eg spæli aftur næsta vetur. Í flogbóltshøpi eri eg enn ungur og hugurin er har, sigur hann.

Sjónskur á liðnum
Bæði í steypafinalunum og FM-finalunum var Rúni Weihe sera sjónskur á liðnum hjá ÍF, umframt at hann hevur roynst væl ígjøgnum vetur. Tað helt hann eisini vera orsøkina til, at onnur hildu hann hava uppiborið at gerast ársins spælari.
– Eg slái tað mesta, sum eg fái, og fái nógvar hevingar, so tað setir sjálvandi sín dám á álopsspælið hjá okkum. Eg tori at sláa nógvar bóltar og taka nakrar kjansir, og onkuntíð riggar tað og onkuntíð ikki. Hetta merkir sjálvandi álopsspælið hjá mær øllum liðnum sum heild, sigur Rúni.
– Kanska ger mín spælistílur, at eg síggist eitt sindur betur enn aðrir spælarar. Hetta er kanska ikki stórt øðrvísi enn í eitt nú fótbólti, har tað ofta eru málskjúttarnir, ið koma meira í fokus.