Rúni er rørdur um tað fyrsta FM-gullið

(Gullradio frá Rás2) Hoyr samrøðuna, sum var við kenda Víkinga-fjepparan, Rúna Klein Joensen í sendingini "Gullradio" á Rás2

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við tann kenda Víkinga-fjepparan, Rúna Klein Joensen í sendingini "Gullradio" á Rás2.

 

Rúni Klein Joensen er sera rørdur um fyrsta FM-sigurin hjá Víkingi. Fyrstu dagarnar aftaná FM-gullið var komið í hús bleiv hann rørdur um bara nakar nevndi Víking. Hann greiðir frá, at hann og nakrir leirvíkingar grótu av gleði um tað, sum var hent í bussinum á veg aftur til Sarpugerði í Norðragøtu aftaná dystin á Argjum.

 

Rúni Klein Joensen staðfestir, at Víkingur spælir ikki altíð tann vakrasta fótbóltin, men menn geva seg hundrað prosent. - Skalt tú spæla fyri Víking, so skalt tú verða til reiðar at fara í kríggj, staðfestir Rúni Klein Joensen.

 

Í samrøðuni verður eisini nomið við gongdina hjá Víkingi gjøgnum kappingarárið, og heldur Rúni Klein Joensen, at tað var genialt av Sámal Eriki Hentze, venjara at enduruppfinna 37 ára gamla Sorin Anghel, sum spælara í effodeildini aftur.